Vevmátingar
Um tú meldar tykkara heimasíðu til Vevmátingarlistan hjá Gallup Føroyar, fært tú eitt amboð við fjøllbroyttum møguleikum.
Gagnligir upplýsingar
Við hesum amboði kanst tú fáa yvirlit yvir
- nær flest vitjanir eru
- hvørjar síður fólk hava størsta áhugan í
- hvørjar kagarar (browsari) tey nýta
- hvat land tey eru úr
- hvørjari upploysn á skíggjanum tey nýta
- ... og mangt annað.
Vevmátingarskipanin veitir tær sostatt upplýsingar, ið eru sera gagnligir í sambandi við uppseting av tínari heimasíðu og av marknaðarføringini sum heild.
Samanbering
Gallup Føroyar kannar ferðsluna á fleiri føroyskum heimasíðum. Av tí at hesar heimasíðurnar verða kannaðar eins, er tað lættari hjá lýsarum og øðrum at kunna seg um ferðsluna á einstøku heimasíðunum, og at samanbera tølini. Eisini ber til at kanna, hvussu tykkara heimasíða verður vitjað í mun til aðrar líknandi síður.
Kostnaður
Kostnaðurin velst um talið av árligum sýndum síðum. Tess størri tal, tess hægri kostnaður. (Sí "Prísir")




