Telefon 31 19 46    |    Send teldupost 

Viðgjørd evnir

Evnir, ið Gallup Føroyar hevur kannað og viðgjørt, eru m.a.:

 

Ferðslan gjøgnum Vágatunnilin

Í februar 2004 gjørdu vit eina kanning, har vit kannaðu ferðsluna gjøgnum Vágatunnilin. í kanningini varð staðfest, at øll vágafólk høvdu verið gjøgnum Vágatunnilin, og at 90% av øllum føroyingum hava verið í gjøgnum tunnulin.

 

Javnstøða

Í 2003 gjørdu vit eina kanning fyri Javnstøðunevndina um javnstøðu í Føroyum. Har kom fram, at 60% av føroyingum halda, at javnstøða er bæði fyri menn og kvinnur, meðan 1% av kvinnunum halda, at javnstøðan bara er fyri menn.

 

Royking í Føroyum

Seinastu árini hava vit fylgt við fyri Fyribyrgingarráðið hvussu nógv føroyingar roykja. Kanningarnar, har gott og væl 500 føroyingar eru spurdir, vísa, at tey, sum roykja gerast færri og færri. Sambært kanningunum, royktu Í 2002  37% av føroya fólki, og í 2006 var talið á roykjarum í Føroyum lækkað niður í 26%.

 

Áhugin veksur

Umframt hetta hava vit millum annað kannað lesaratøl, hyggjaratøl, lurtaratøl, nøgdsemi, trúfesti, náttúru, umhvørvi, løgtingsval, kommunusamanlegging, hvítvørur, internet, bankar og sparikassar, tryggingar og nógv annað. Tað vísir seg, at hugurin hjá virkjum, fyritøkum og almennum stovnum v.m. veksur fyri at gera kanningar.  



Copyright © 2006 - 2010 Gallup Føroyar   Ï        Tvørgøta 13, Po Box 3313, 110 Tórshavn, tel 311946, mobil 211946, gallup@gallup.fo
knassar heimasíðuloysn