Kvantitativar kanningar
Telefon- og postkanningar
Gallup Føroyar hevur nógv dugnalig og fyrikomandi fólk, ið ringja kring landið og spyrja fólk, hvørja hugsan tey hava um eitt hvørt evni. Eisini ger Gallup Føroyar kanningar, har spurningar verða sendir við postinum.
Mánaðarligar Omnibus kanningar
Omnibus er latín og merkir "fyri øll". Tað vil siga, at øll kunnu vera við. Gallup Føroyar ger slíka Omnibus-kanning hvønn mánað, og sum sagt er hon ofta sett saman av fleiri liðum. Tað kann vera ein veljarakanning, ein kanning fyri ein peningastovn o.s.fr.
Fjølmiðlakanningar
Gallup Føroyar hevur avtalur við føroyskar fjølmiðlar, sum fegnir vilja vita, hvørji viðskiftafólk teirra eru, og nær og hvussu ofta tey lesa, hyggja at ella lurta eftir júst teirra miðli.
Alnetskanningar
Eisini kannar Gallup Føroyar ferðsluna á føroyskum heimasíðum. Soleiðis er Gallup Føroyar garantur fyri, at allar heimasíðurnar verða kannaðar eins, og at tað soleiðis er lættari hjá lýsarum og øðrum at kunna seg um ferðsluna á einstøku heimasíðunum. Hetta ger tað eisini lættari at samanbera tølini hjá teimum ymisku heimasíðunum.
Adfactskanningar
Mánaðarlig yvirlit yvir lýsingarvirksemi í føroysku bløðunum. Her fæst alt at vita um, hvør lýsir hvar, nær, hvussu o.s.fr.
Kvalitativar kanningar
Fokusbólkar
6-8 fólk, ið øll hava eitthvørt til felags, verða sett saman í ein bólk, og við vegleiðing frá einum serkønum kjakleiðara verða tey biðin um at tosa um og viðgera evnið, sum skal kannast. Slíkar kanningar verða vanliga nýttar, tá ið evnið er ov abstrakt og víttfevnandi til, at spyrjast kann um tað umvegis telefon ella bræv.
Dýpdarsamrøður
Um kundin vil í dýpdina við einum máli, so kann ein gera longri samrøður við einstaklingar um evnið.
Coaching
Gallup Føroyar bjóðar eisini coaching. Sí meira á http://www.ellindur.com/
Eygleiðingarkanningar
Ein serkønur eygleiðari kannar, hvussu fólk keypa inn ella hvussu tey nýta eina ávísa vøru o.s.fr.
Mystery shopping
Serstakt slag av eygleiðingarkanningum
Aðrar kanningar
B2B kanningar
Gallup Føroyar ger eisini B2B kanningar. Í hesum kanningum eru respondentarnir fyritøkur, meðan teir í B2C kanningum eru privatfólk.
Útlendsk viðskiftafólk
Gallup Føroyar ger eisini kanningar fyri útlendskar fyritøkur. Eitt nú hava vit gjørt kanningar fyri KT-risan Microsoft, danska blaðið Politiken og Institut for Statskundskab í Danmark.
Altjóða kanningar
Gallup Føroyar er eisini við í alheimskanningum, eitt nú eru kanningar gjørdar um KT í meira enn 30 ymiskum londum. Hendan kanningin varð samskipað av Taylor Nelson Sofres í Australia.
TOP 10 BrúkararFøroyski listin
2. sportal.fo
3. kringvarp.fo
4. nummar.fo
5. kramm.fo
6. nordlysid.fo
7. grams.fo
8. dimma.fo
9. sel.fo
10. planet.fo
TOP 10 Brúkarar
TOP 10 VitjanirNorth Atlantic List
2. visir.is/...
3. dv.is
4. pressan.is
5. portal.fo
6. ja.is / simaskra.is
7. eyjan.is
8. fotbolti.net
9. ruv.is
10. vedur.is

