Telefon 31 19 46    |    Send teldupost 

Um Gallup

Gallup Føroyar
Flaggdagin 25. apríl 2002 varð Gallup Føroyar sett á stovn, og samstundis varð fyrsta Gallupkanningin gjørd. Síðan tá eru meira enn 200 kanningar gjørdar og meira enn 100.000 interview gjørd.

 

Gallup er ein altjóða felagsskapur
Gallup varð stovnað í 1947 av amerikumanninum George H. Gallup, ið var ein slóðbrótari innan marknaðargreining og gransking sum heild. Tá ið hann andaðist í 1984, var fyritøka hansara vorðin ein av heimsins størstu og mest virðismettu av sínum slag. Tess vegna er Gallup vorðið samheiti fyri greiningarvirksemi.

 

Gallup er uttanveltað og partleyst
Gallup hevur í nógv ár verið ein hin fremsta greiningarfyritøkan í heiminum. Gallup International er umboðað í okkurt um 100 londum kring heimin.

 

Gallup hevur ein fastan mátistokk kring heimin
Gallup Føroyar fylgir somu altjóða reglum sum aðrir limir og limalond í Gallup International. Vit bjóða okkum fram at gera øll sløg av kanningum, bæði fyri vinnulívið, eins væl og stovnar og einstaklingar.

 

Gallup og føroyska vinnan
Við at nýta tænastuna hjá Gallup Føroyar, kunnu fyritøkur og stovnar fáa betri innlit í viðurskiftini hjá føroyska brúkaranum. Tí hava tey møguleika at leggja sítt virksemi soleiðis til rættis, at tey kunnu fáa nøgd og afturvendandi viðskiftafólk og samstundis vaksa um marknaðarvirðið hjá fyritøkuni. Gransking er ein íløga í fyritøkuna. Tað er vitan, ið ger tað møguligt hjá einari fyritøku, altíð at vera eitt stig framman fyri kappingarneytan.

 

Gallup og føroyski brúkarin
Tann føroyski brúkarin kann eisini fáa nógv burtur úr kanningararbeiðinum, ið Gallup Føroyar ger. Tá ið fyritøkur, fjølmiðlar o.o. fáa møguleika at kenna síni viðskiftafólk betur, hevur tað vanliga við sær, at brúkarin fær eina betri tænastu, og at vørur og tænastur verða tillagað hvørjum einstakum brúkara. George H. Gallup legði stóran dent á, at fólk skulu sleppa at siga sína hugsan. Soleiðis helt hann at eitt demokrati skuldi virka. Av tí sama verður Gallup onkuntíð rópt "fólksins rødd" og kann virka sum eitt barometur fyri tað, ið rørir seg í samfelagnum.

 

Anonymitetur
Gallup Føroyar leggur stóran dent á, at tann respondenturin, ið svarar spurningunum í eini kanning, er anonymur, ónevndur í øllum viðurskiftum. Viðkomandi kann trygt svara øllum spurningum uttan at hugsa um nakrar avleiðingar av nøkrum slag!

 




Copyright © 2006 - 2010 Gallup Føroyar   Ï        Tvørgøta 13, Po Box 3313, 110 Tórshavn, tel 311946, mobil 211946, gallup@gallup.fo
knassar heimasíðuloysn