09.11.2009-14:56
Úr 2009 kanningini fyri FólkaheilsuráðiðKanningin fyri Fólkaheilsuráðið er nú tøk á http://www.folkaheilsa.fo/.
Tey, ið roykja eru farin úr 24% í 2007, tá talið var lagst, upp í 29%. Tá fyrsta kanningin var fyri Fyribyrgingarráðið í 2003 vóru tað 36% av føroya fólki eldri enn 15 ár, sum royktu dagliga.
Tað sær út til, at tað nú eru fleiri menn enn kvinnur, sum roykja dagliga í Føroyum.
Nógv flest eru millum 12 og 20 ár tá tey byrja at roykja. Miðalaldurin er gott 16 ár, tá føroyingar byrja at roykja.
Í kanningini verður eisini spurt um vekt og hædd, fyri at rokna BMI. Meira enn 2. hvør føroyingur eldri enn 15 ár kemur í bólkarnar yvirvekt og fiti.
66% av føroyingum eldri enn 15 ár íðka ítrótt ella regluliga likamliga venjing. Í 2007 vóru tað 57%.
90% av føroyingum eldri enn 15 ár eta frukt minst eina ferð um vikuna. 89% eta grønmeti, minst eina ferð um vikuna og 91% fisk minst eina ferð um vikuna.
Føroyingar eldri enn 15 ár eta gott 200 gramm av frukt og grønt um dagin.
Um 1/3 av føroya fólki eldri enn 15 ár eru avhaldsfólk og tey, sum ikki eru avhaldsfólk drekka eini 4 til 5 gløs í miðal um vikuna.
Meira á
|
TOP 10 BrúkararAlmennar síður
2. akureyri.is
3. ssl.fo
4. starv.fo
5. torshavn.fo
6. akranes.is
7. floghavn.fo
8. posta.fo
9. sev.fo
10. hagstova.fo
TOP 10 Sýndar síðurÍslenski listi
2. visir.is/...
3. dv.is
4. pressan.is
5. ja.is / simaskra.is
6. fotbolti.net
7. eyjan.is
8. ruv.is
9. hlaup.is
10. leikjanet.is
TOP 10 Brúkarar
