12.10.2009-11:40
vika 41/2009 dagførd á vevmátingarlistanum.
Model Casting og mótasýning hevur óivað stóran áhuga. Í øllum førum tekur sms.fo met á øllum økjum og kemur heilt upp á 8. pláss á føroyska vevmátingarlistanum.
ssl.fo tekur eisini egið met hvørja viku. Á ssl.fo er bæði tíðindi og ikki minst ferðaætlan fyri bygdaleiðir og oyggjaleiðir.
synergi.fo stendir seg væl á vevmátingarlistanum og kemur upp á 18. pláss. Helst er tað eitt nú lívsstilsstenan 2009, sum verður nú 17. og 18. oktober 2009, sum er ein av orsøkunum til góðu gongdina hjá synergi.fo
vev.fo er á 24. plássi á føroyska vevmátingarlistanum og hevur góðan byr. stamps.fo er á 30 plássi og hevði framúr góða viku. Handbóltskappingin er byrjað aftur og tað sæst eitt nú aftur á kyndil.fo, sum tekur seg nógv fram á øllum økjum. gaming.fo er eisini í støðugum vøkstri. mrcc.fo er nýggj á vevmátingarlistanum og verður tað spennandi at fylgja við gongdini hjá mrcc.fo á vevmátingarlistanum.
Annars er framgongd hjá síðunum á niðaraendanum á vevmátingarlistanum, sum kassi.fo skipalistin.fo intrum.fo antares.fo vfg.fo framtak.fo og vikutur.fo, sjálvt eiði.com kom heilt upp á 5 brúkarar í viku 41/2009. |
TOP 10 Brúkarar
TOP 10 Sýndar síðurNorth Atlantic List
2. visir.is/...
3. dv.is
4. pressan.is
5. portal.fo
6. ja.is / simaskra.is
7. fotbolti.net
8. eyjan.is
9. ruv.is
10. hlaup.is
TOP 10 Brúkarar

