Telefon 31 19 46    |    Send teldupost 
25.02.2009-11:43

Nógv lurta eftir tíðindasendingini hjá Útvarpinum

Meiri enn ein triðingur av øllum føroyingum eldri enn 15 ár lurta eftir tíðindasendingini hjá Útvarpinum á middegi og klokkan seks. Staðfest verður, at 36 prosent av øllum føroyingum yvir 15 ár lurta eftir tíðindasendingini í útvarpinum hjá Kringvarpinum klokkan 12.20. Nógv lurta eftir tíðindasendingini hjá Útvarpinum


Í tíðindasendingini klokkan 18 lurta 34 prosent. Tað vísir ein lurtarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Kanningin vísir eisini, at lurtaraskarðin er rættiliga stórur tíðliga á morgni. 25 prosent av øllum føroyingum lurta eftir tíðindasendingini klokkan hálvgum átta á morgni.

Gallup kannaði eisini, hvussu nógvir føroyingar lurta eftir tíðindasendingunum hjá Rás 2. Kanningin vísir, at 11 prosent av føroyingum lurta eftir tíðindasendingini á Rás 2 klokkan 12. 5 prosent lurta klokkan 11, 3,3 prosent lurta klokkan 17, og 3,9 prosent hoyra tíðindasendingina hjá Rás 2 klokkan 18.30.

Kanningin er gjørd í døgunum frá 27. mars til 10 apríl í ár. 512 føroyingar yvir 15 ár og úr øllum landinum vóru spurdir.

 

leinkja 

 

 

Aftur

Copyright © 2006 - 2010 Gallup Føroyar   Ï        Tvørgøta 13, Po Box 3313, 110 Tórshavn, tel 311946, mobil 211946, gallup@gallup.fo
knassar heimasíðuloysn