Telefon 31 19 46    |    Send teldupost 
14.09.2007-15:03

Hvørji fólkanøvn heldur tú, at vit skulu hava loyvi at nýta í Føroyum?

Hvørji fólkanøvn heldur tú, at vit skulu hava loyvi at nýta í Føroyum? Hesin spurningur er av og á frammi í Føroyum. Sjálvsagt hevur Vikublaðið eisini svar uppá hendan spurningin.

 

Gallup Føroyar hevur spurt føroyingar eldri enn 15 ár hvat teir halda, og her eru føroyingar nokkso avgjørdir, og vilja sjálvir vera við til at bestemma, og ikki læta tað upp í hendurnar á nøkrum myndugleikum.

 

39% siga, at ‘fólk skulu sjálvi kunna gera av, hvat navn verður nýtt’, 34% siga ’øll nøvn ið áður hava verið nýtt í Føroyum’ 20% siga, ’bert tey ið eru loyvd sambart navalóggávuni í dag’, og 7% siga ’veit ikki’.

 

Soleiðis halda 3 út av 4 føroyingum, at vit sjálvi skulu kunna gera av, hvat barnið skal eita, ella vit skulu kunna nýta øll tey nøvn ið áður hava verið nýtt í Føroyum. Bert 1 av 5 føroyingur heldur, at vit skulu hava ein lista við góðkendum nøvnum, úr verandi navanalóggávu.

 

Kelda: Gallup Føroyar fyri Vikublaðið.

 

 

 

 

Aftur

Copyright © 2006 - 2010 Gallup Føroyar   Ï        Tvørgøta 13, Po Box 3313, 110 Tórshavn, tel 311946, mobil 211946, gallup@gallup.fo
knassar heimasíðuloysn