Ellindur Egilstrøð
Ellindur Egilstrøð hevur verið við frá byrjanini og er stjóri hjá Gallup Føroyar.
Hann hevur tí drúgvar royndir við kanningum á føroyska marknaðinum, bæði tá talan er um veljarakanningar, marknaðarkanningar, meiningarkanningar v.m. Hansara hjartamál er trivnaðarkanningar á skúlum og arbeiðsplássum og serliga er tað strongd, sum hevur hansara áhuga.
Heims Heilsustovnurin WHO metir at strongd og tunglyndi fer at verða størsta orsøk til sjúkrafráveru í 2020 og at enn fleiri fara at líða undir strongd og tunglyndi í 2020 enn tað eru í dag. Onki er, sum bendir á, at støðan er betur í Føroyum enn í øðrum londum. Hetta hevur Ellindur sett sær fyri at gera nakað við. Bæði at kanna strongd og ikki minst gera nakað fyri at minka um strongd, bæði á arbeiðsplássum, skúlum, heima við hús v.m.
Ellindur svarar fegin spurningar um strongd, happing, ymisku typurnar v.m. á tel 661 946 ella 211 946
Helle Thede Johansen
Helle hevur arbeitt hjá Gallup Føroyar síðan juni 2010. 
Hon hevur siglt sum fjarritari hjá A. P. Møller, arbeitt sum bankakvinna í Føroya Banka og undirvíst á Verkskúlanum Dugna. Umframt útbúgving sum fjarritari, hevur hon bankaútbúgving og Merkonom í Marknaðarføring.
Helle dámar væl at arbeiða skipað og hevur eitt gott heildaryvirlit. Tí er tað, at arbeiða við kvantitativum kanningum, júst nakað fyri hana.
Hevur tú spurningar um nøgdsemiskanningar, vevmátingarlistan, omnibus ella líknandi ert tú vælkomin at ringja á tel. 661 945.
Laila Hentze
Laila byrjaði at arbeiða hjá Gallup í februar 2012. Laila er samskipari á Gallup Pulsinum, sum er eitt nýtt tíðarrit ætlað fyritøkum, stovnum, kommunum, ráðum og landinum sum heild. Laila skipar eisini fyri fyrilestrum við kjaki um evni, sum eru viðgjørd í Gallup Pulsinum.
Laila er bachelor í enskum og fronskum vinnulívsmálum og cand. ling. merc. Hon hevur m.a. arbeitt innan ferðavinnu í Føroyum í 6 ár og sum skeiðshaldari uttanlands. Laila hevur harumframt arbeitt hjá verkfrøðingafyritøkuni O.Brandt Hansen í Danmark við støðulýsingum og orkufrágreiðingum innan húsamarknaðin. Í 2002 flutti Laila til Føroya og byrjaði at arbeiða í Televarpinum, sum júst tá byrjaði sítt virksemi at senda fylgissveinasjónvarp. Í 2003 bleiv Laila stjóri á Televarpinum og røkti hetta starvið til oktober 2011.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi Gallup Pulsinum, heimasíðuni ella øðrum hesum viðvíkjandi, er tú vælkomin at ringja á tel. 661 948 ella á laila@gallup.fo
Vit ið ringja ...
Góðan dag. Vit ringja frá Gallup Føroyar ...
Hóast vit ringja til tín, vita vit einki um, hvør tú ert. Gallup-skipanin velur tilvildarlig telefonnummur, býtt javnt kring oyggjarnar. Tú kanst tí sum svarpersónur kenna teg tryggan í, at tú kanst svara ónevnt.
Ein kanning tekur sjáldan meira enn 5 minuttir. Nýtir tú hesar 5 minuttirnar uppá at svara, kanst tú geva tína áskoðan til kennar og at hava eina ávirkan.



